|
Hanus G. Johansen er ein av Føroya mest elskaðu sangarum, og eru hansara tulkingar av føroyskum yrkjarum og serliga hansara framúrskarandi tulkingar av Poul F. vorðnar fólkaogn. Á fløguni »Frå Leddingen« er Hanus saman við Aldubáruni tó farin frá føroysku yrkjarunum til at tulka norska yrkjaran Jakob Sande (1906-1967).
Og lat tað verða sagt beinanvegin, at henda fløgan er ein sera góð fløga, har alt frá yrkingum yvir sang til útsetingar og ljóðblanding er væl úr hondum greitt. Tó skulu Hanus-fjepparar fyrireika seg til rættiliga ørðvísi tónar frá Hanus á »Frå Leddingen«. Orð og mál myndar jú tónleik nógv, og við ný-norska málinum og rættiliga dapru tekstunum hjá Jakob Sande broytist huglagið í tónleikinum nógv í mun til lætta, næstan »Menuett«-líknandi huglagið, vit hoyrdu á seinasta útspælinum hjá Hanus & Aldubáruni, »Boquet«. Nú hevur tónleikurin fingið ein myrkari álvarsamari tóna við einum huglagi, sum onkursvegna hevur »norðurlendska« dapurleikan, ið eyðkennir risar s.s. Strindberg, Ingmar Bergman og onnur innan listina frá okkara veðurbarda lutherska parti av heiminum.
Brutalt og eymt Um vit líka steðga við yrkjaran, hvørs yrkingar eru grundarlag fyri tónleikinum, so livdi Jakob Sande frá 1906 til 1967, og er hansara samlaða verk tað mest seljandi yrkingaverkið í Norra. Hetta vitnar um stóran popularitet, sum staðfestast má ikki er óuppiborin. Umframt at Hanus G. Johansen tulkar teir, er nógv felags millum Jakob Sande og Poul F. Báðir livdu um somu tíð, og vóru teir báðir lærarar. Felags hava teir eisini eitt einfalt ósnobbutt, men tó sera beinrakið málbrúk, og hava teir sinnaløg, ið bæði rúma tí brutala og dapra og eisini tí eyma og ljósa. Yrkingarnar rúma bæði religiøsar hugleiðingar yvir lívið og deyðan, samstundis tær eru væl plantaðar á jørðini, og ikki óttast at finnast at valdinum og mynduleikunum á jørð, tað veri seg trúarligum, tvs. kristnum, ella øðrum, og duga teir væl at skera seg inn í tankar og lívið hjá meiniga manninum. Hanus kemur væl frá sínari debut á ný-norskum. Ein kennir, at hann hevur gjørt sær stóran ómak at læra seg málið, og fær hann blást lív í orðini. Næstan sum ein annar Johnny Cash er Hanus ein meistari at tilogna sær yrkingar hjá øðrum og at fáa tær at ljóða upp aftur sterkari.
Hanus í toppform Sum heild, er Hansus stóra upplivilsið á »Frå Leddingen«. Til konsertir hevur Hanus onkuntíð lyndi til at missa seg sjálvan burtur í improvisatiónum, tá lagið gerst »ov« gott. Ikki tí, hetta hevur sína sjarmu, og eru konsertir við Hanus altíð eitt gott upplivilsi, men tó so havi eg eisini onkuntíð fangað meg í at staðið undrandi og lýtt á improvisatiónirnar hjá Hanus, ið kunnu fara rættiliga langt út. Á »Frå Leddingen« missir Hanus seg tó aldrin burtur, og er hetta eitt tað besta, Hanus nakrantíð hevur sungið á fløgu. Hann tykist hava fult tamarhald á síni rødd, og at vera 100% tilvitaður um hvønn einasta tóna, hann syngur. Tað er eitt stórt fjølbroytni í hansara sangi, og er hann sannførandi, tað veri seg bæði hvørt hann eftirapar einum úlvi ella syngur eina fitta góðanátt-vísu.
Funnið hvønn annan Sum gløggi lesarin møguliga varnast, so er Hanus, sum hjá so nógvum føroyingum, ein av mínum yndis tónleikarum í Føroyum, og hava hansara konsertir og ikki minst legendariska og eftirhondini uppslitna Poul F.-bandið givið mær nógvar dýrabarar løtur. Styrkin og sjarman við Hanus hevur fyri meg altíð verið tað ópoleraða talentið, sum bæði kann ljóða vakurt, frekt og hvast, men tó altíð menniskjasligt. Hetta ráa talent hevur altíð staðið klárast fyri mær nakið, uttan ov nógv ljóðføri, soleiðis sum ein kann uppliva tað á konsertunum hjá Hanus. Hóast undanfarna fløgan hjá Hanusi og Aldubáruni, »Boquet«, hevði sínar glottar við fleiri góðum løgum, hevði hon eisini veikleikan, at talan ov ofta var um Hanus OG Aldubáran, um tvey grundleggjandi ymisk úttrykk, ið ikki rættiliga blivu sameind. Tað var sum um kanturin hjá Hanus blev ov pakkaður inn, og tók hetta blóðið úr tónleikinum, og bleiv andsøgnin millum bæði úttrykini sera greið. Men Hanus og Aldubáran hava aldri ljóðað eins væl saman sum á »Frå Leddingen«. Tað er eins og tey nú veruliga eru ein heild, og undirbyggja og styrkja tey hvørt annað, og er úrslitið munandi sterkari.
Lovsangir til lívsins meiningsloysi Fleiri góð løg eru á »Frå Leddingen«. Best dámar mær »Taparen«, sum er ein sera spennandi duett millum Hanus og trombonina hjá Andrassi Olsen. Teksturin er ein døpur hugleiðing yvir deyðsræslu og lagnuna, sum yrkjarin hevur fingið, og verður hetta samanborið við eina langa ferð yvir óhugnalig og verðurbard landsløg, har endin er at standa við læstar dyr, og ikki sleppa inn. Yrkjarin verður funnin ov lættur, og fær boðini: Gå forbanna bort! Spælið hjá Andrassi Olsen á trombonuna er sera spennandi, og verður yrkingin borin fram sum ein myrk einatala heldur enn sangur frá Hanus. Á hesum og onkrum øðrum sangi leiðir tónleikurin mínar tankar til Nick Cave and the Bad Seeds. Felags hava Hanus og Nick Cave snjallu mannligu røddina, og hartil gerst tann felags myrki tónin greiðari í fatalistiskum tekstum, har bæði lívsins og Guds meiningsloysi og ræðuleikar verða hálvavegna hálovað. Ein annar av hesum er tann sera óhugnaligi teksturin »Likfunn«, sum er ein ræðandi lýsing av flugu- og orma-etna blánandi líkinum hjá unga dronginum Ole Johan. Søguliga var hesin Ole Johan ein ungur drongur, ið gjørdi sjálvmorð, tí foreldur hansara vildu noyða hann at gerast bóndi, tá hann heldur vildi vera listamaður. Ein annar av bestu sangunum er »Smeden«, sum er ein av lættari sangunum á fløguni. Hann hevur eitt sera gott lag og nakrar deiligar lættar strúkarar, og ein góðan tekst um trúnna hjá tí arbeiðandi manninum, smiðinum. Eisini eru »Helsing«, »Eg ser inn i auge dine«, »Fire år« og »Voggesong til Siri« allir sera vakrir.
Tung fløga sum veksur Tað skal viðgangast, at »Frå Leddingen« er ein rættiliga tung fløga. Tað kann neyvan blíva ørðvísi, tá tú hevur eitt klassiskt ensemble, og sera álvarsamar tekstir, sum enntá eru á ný-norskum. Tó kann fløgan avgjørt viðmælast, og er hon ein, sum veksur, oftari tú lurtar eftir henni. »Frå Leddingen« er eisini sera væl ljóðblandað, og hoyrist hvørt ljóðføri í stóra bólkinum væl. Eisini verður borðreitt við bæði áhugaverdum modernaðum útsetingum sum »Taparen« og »Ulvar«, sum eru gjørdar av unga ættarliðnum innan klassiskan tónleik í Føroyum, Andrassi Olsen og Tróndi Bogasyni, og meir »klassiskt« klassiskar útsetingar, sum tó eisini eru væl eydnaðar. Við at tulka norska yrkingar hava Hanus og Aldubáran kanska tikið ein djarva avgerð út frá einum føroyskum sjónarhorni. Men tey eru farin heilhjartað til uppgávuna og gevur ein sær tíð, so skilir ein hesa avgerð, og opnast detaljurnar í stóra arbeiðnum fyri einum. Viðvíkjandi norsku orðunum so varnast ein kanska fyrst sjarmuna við ný-norska málinum, men tí longur ein lurtar, gongur tað upp fyri einum, at her er talan um skaldskap, sum fær tónar, og tað er eitt upplivilsi, vit ikki fáa á hvørjum degi í Føroyum.
|