|

Ævisøga
Tað vóru sjey tónlistarfólk, ið tóku stig til at stovna Aldubáruna í 1995. Manningin er seinni vorðin størri og telur í dag 14 fastar limir.
Eitt tað fremsta ynski teirra hevur verið at framføra og at fáa til vega nýskrivaðan føroyskan tónleik. Í samstarvi við flestu føroysku tónskald hevur Aldubáran millum ár og dag framført tíggjutals nýggj verk á teimum árligu Várkonsertunum í Listasavni Føroya og á Summartónum. Føroyskur tónleikur plagar eisini at vera fastur táttur á skránni, tá Aldubáran er á konsertferð uttanlands.
Flestøll kenna samstarvið millum Aldubáruna og fólkatónleikaran Hanus G. Johansen. Saman eru tey at hoyra á fløguni Bouquet (2000), sum gjørdist sera væl umtókt. Í 2006 kom út fløga í samband við 100 ára dagin hjá norska yrkjaranum Jakob Sande. Fløgan fekk ómetaliga jaliga móttøku, serstakliga í Noregi.
Aldubáran 1997
Hornleikarin í Aldubáruni, Páll Sólstein, hevur eisini skrivað løg, sum bólkurin hevur framført í samstarvi við Karl Martin Samuelsen og Onnu Mariu Olsen. Fløga kom út í 2006.
Av øðrum fløgum, har Aldubáran spælir, slepst ikki undan at nevna Dedicated (2003) við føroyskum, donskum og amerikanskum tónleiki, ið er skrivaður beinleiðis til bólkin og Afturundirgerð (2005), ið er portrettfløga við verkum eftir Kára Bæk.
Aldubáran spælir tó eisini eldri klassiskan tónleik, og hevur m.a. framført stórverkini Oktett eftir Franz Schubert, Pierrot Lunaire eftir Arnold Schoenberg og ta víðagitnu Søguna um soldátin eftir Igor Stravinsky.
Operan Í óðamansgarði hjá Sunleif Rasmussen, varð skrivað til Aldubáruna í sambandi við 10 ára føðingardagin og er helst tann størsta verkætlanin hjá bólkinum higartil.
Gestatónleikarar eru javnan við í Aldubáruni, bæði útlendskir og føroyskir.
Manningin er:
Floyta: Andrea Heindriksdóttir
Klarinett: Anna E. Klett
Fagott: Christina Andersen
Fagott: Jógvan Zachariassen
Horn: Páll Sólstein
Trompet: Johan Hentze
Trompet: Ólavur Olsen
Trombon: Andras Olsen
Violin: Øssur Bæk
Violin: Sámal Petersen
Violin: Rúni Bæk
Gittar: Ólavur Jakobsen
Klaver: Jóhannes Andreasen
Stjórnandi/floyta: Bernharður Wilkinson
Meira fæst at vita um tónleikararnar (á enskum) við at trýsta á navnið.
Atgongumerki á kr. 80,- fáast við dyrnar. Skúlanæmingar ókeypis |