ALDUBÁRAN  

 

 

       ÆVISØGA   TÓNLEIKARAR   ÚTGÁVUR   SKRÁ   STUÐLAR 

VITJA OKKUM Á MYSPACE

 

Aldubáran á palli í Tjóðleikhúsi Íslands

 

Aldubáran var, sum vera mann,  við í framførslu í Íslandi av operuni Í Óðamansgarði, ið føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen, skrivaði til 10 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum.

Verkið varð framført í samstarvi við Tjóðpall Føroya og Íslendska Tjóðleikhúsið. Báðar framførslurnar vóru partur av Listarhátíð Íslands, ið mann metast at vera stórsta listatiltak íslendinga.

Framførslurnar vóru hesar:

  • Friggjadagin 22. mai  2009 
  • Leygardagin  23. mai  2009 

Tónleikarar: Sámal Petersen, Jón Festirstein, violin - Angelika Nielsen, bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello - Agnar Lamhauge, kontrabass - Andrea Heindriksdóttir, floytu, Ármann Helgason, klarinett, Eyðdis Franzdóttir, obo - Christina Andersen, fagott - Stefàn Jón Bernharðsson, horn - Johan Hentze, trompet - Andras Olsen, trombon - Jóhannes Andreasen, ljómborð - Ólavur Jakobsen, gittar - Mathias Seibæk, slagverk. Dirigentur: Bernharður Wilkinson

Manningin:

Ensemble Aldubáran, Bernharður Wilkinson, dirigentur

Tónaskald: Sunleif Rasmussen - Libretto: Dánial Hoydal - Leikstjóri:  Ria Tórgarð - Koreograf: Lára Stefánsdóttir -

Sopran: Þóra Einarsdóttir

Tenor:  Eyjólfur Eyjólfsson

Bass: Bjarni Thor Kristinsson

Sjónleikarar: Gunnvá Zachariasen and Hans Tórgarð

 

Listahátið Íslands   - les meira

Tjodleikhús Íslands  -  les meira

 

Ummæli úr Morgunblaðnum - (á íslendskum)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vitja Aldubáruna á MySpace

 

 

  • Várkonsert 2009 »

- Árliga Várkonsertin var leygardagin 14. mars við m.a. frumframførslu av nýggjum verki fyri strúkikvartett.

 

• Jólakonsert í Hoyvík »

- Leygardagin 20. desember luttaka limir í Aldubáruni á jólakonsert í Hoyvíkar kirkju saman við kórinum Tarira.

 

• Vangamynd av Sunleif »

Aldubáran innspælir júst í hesum døgum inn verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um smærri solo- og kamarverk.

 

• Heystkonsert 2008 »

Konsert í samband við Heystframsýningina hjá Yrkislistarfólkunum.             M.a. nýtt verk eftir Páll Sólstein varð framført á fyrsta sinni. Les meira

 

• Tróndur í Gøtu »

Aldubáran luttók, saman við Eivør Pálsdóttir, Rúna Brattaberg og Eystankórinum, í framførsla av verki eftir kenda bretska tónaskaldið Gavin Bryars.

 

• Summartónar 2008 »

- 5 konsertir kring landið í samband við Summartónar 2008. Frumframførslur av trimum verkum eftir Suður Afrikonsk tónaskøld. Sjálvandi eisini føroysk verk.

 

•  Norðurlandahúsið 25 ár »

- Aldubáran framførdi nýggja kantatu eftir Kára Bæk, saman við kórinum Tarira. Harafturat var framførsla við sangaranum Hanusi G. Johansen. Her eru nakrar myndir. Trýst her

 

•  Skúlakonsertir »

- Aldubáran hevði í februar 12 skúlakonsertir kring landið. Tiltakið var sera væleydnað. Spælt og greitt varð frá fyri børnunum.

- Philippe Carré tók myndir á konsertini í Frískúlanum á Velbastað. Trýst her

 

• Nýggir limir »     

 - Aldubáran veksur alsamt. Nú eru tveir nýggir limir komnir afturat.

Tveir av okkara bestu trompetleikarum, Ólavur Olsen og Johan Hentze, eru vorðnir fastir limir í Aldubáruni.

Ólavur Olsen

Johan Hentze

 

 

 

ALDUBÁRAN   Postsmoga 1074   FO-110  Tórshavn   Tlf:  +298 516434