ALDUBÁRAN  

 

 

 


 

    FORSÍÐA   ÆVISØGA   TÓNLEIKARAR   ÚTGÁVUR   SKRÁ 

  

 

Skrá 2010 

Hanus 60 ára konsert í Klaksvík 21. august

Stór konsert verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, har ið klaksvíkingar fara at heiðra Hanusi G. Johansen.

Aldubáran fer eisini at luttaka, umframt eina rúgvu av tónleikarum, ið hava arbeitt við Hanusi gjøgnum árini.

Fløguupptøkur við verkum eftir Sunleif Rasmussen

Aldubáran er júst nú í ferð við at spæla inn verk eftir Sunleif Rasmussen.

Talan er um smærri kamartónleikaverk.

Matias Seibæk og Andras Olsen hava tikið verk upp fyri slagverk og trombon Apparition/disparition.

  Sunleif Rasmussen lurtar

Anna E. Klett, Øssur Bæk, Andrea Heindriksdóttir, Sámal Petersen og Jóhannes Andreasen hava eisini innpælt verkini Dancing Raindrops og Mozaik.

Soloverk fyri gittara og klaver eru eisini við á fløguni. Tað eru Ólavur Jakobsen og Jóhannes Andreasen, ið hava innspælt hesi verkini.

Fløgan kemur út í næstum og fer meira at vera at lesa um hetta her á síðuni.

Les meira um Sunleif Rasmussen

 

TILTØK   2010 - 2005   

• Hanus 60 ár »

Aldubáran luttók  á  fagnaðar-løtu í Norðurlandahúsinum fyri Hanus G. Johansen, ið fylti 60 ár 18. juni.

21. august verður stórfingin konsert í Klaksvík, har ið Aldubáran sjálvandi eisini luttekur.

• Várkonsert 2010 »

Árliga Várkonsertin, ið skuldi vera  23. apríl var flutt til 20. mai í Steinprent á Skálatrøð í Tórshavn. Á skránni var m.a. føroyskur og franskur tónleikur

 

Heystkonsert 2009

 

Stúgvandi fult var á konsertini í Listarhøllini á Skipasmiðjuni, har ið Aldubáran framførdi í samband við Heystframsýningina 2009. Hesuferð vóru 2 nýggj føroysk verk við.

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Páll Sólstein hevði skrivað verk eftir yrking hjá Haldur Suna Johansen. Yrkingin nevnist VÓN og er tað eisini heitið á tónleikastykkinum. Páll framførdi sjálvur á horni og afturat sær hevði hann Ólav Olsen á trompet.

 

 

Páll Sólstein og Ólavur Olsen

 

 

 

 



 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tónaskaldið Kári Bæk hevði, við íblástri úr málningum hjá Tórbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og S.J. Mikines, sett eina myndasýning í tónar.

 

Tað var gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið framførdi hetta verkið. Verkið er skrivað júst til hansara.

 

 

Ólavur Jakobsen

 

 


Sámal Petersen framførdi eldri verk eftir Kristian Blak og eisini framførdu Andrea Heindriksdóttir og Christina Andersen, verk eftir Dubois og Pessina fyri floytu og fagott.

 

 

  

Andrea Heindriksdóttir og Christina Andersen

Konsertin endaði við, at Páll og Ólavur O. framførdu eina útseting fyri horn og trompet av lagnum hjá Waagstein "Tíðin rennur sum streymur í á"

 


Stúgvandi fult var í Listarhøllini, ið er eitt framúr høli til smærri samansetingar og sololjóðføri.



Tónleikarar: Andrea Heindriksdóttir, floyta - Christina Andersen, fagott - Páll Sólstein, horn - Ólavur Olsen, trompet - Sámal Petersen, violin - Ólavur Jakobsen, gittar

 

Verk eftir:  Kára Bæk, Kristian Blak, Páll Sólstein, Jógvan Waagstein, Paolo Pessina og Pierre Max Dubois.

 

Leygardagin 26. september 2009         LISTARHØLLIN á Skipasmiðjuni

 

 

skrá

 

 

 

Sunnudagur 28. juni  2009  Norðurlandahúsið

 

Aldubáran

Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Klett (klarinett), Henrik Skotte-Larsen (obo), Christina

Andersen (fagott), Páll Sólstein (horn), Andras Olsen (trombon), Johan Hentze (trompet), Ólavur

Olsen (trompet), Jóhannes Andreasen (klaver), Leiðsla: Bernharður Wilkinson

 

Ensemble Bern Modern

Noëlle-Anne Darbellay (violin, rødd), Pierre-André Bovey (floyta), Olivier Darbellay (horn, natúrhorn)

 

Sunleif RASMUSSEN (f. 1961) FANFARE LONTANE (2009)

Jean-Luc DARBELLAY (f. 1946) SPECTRUM (1991) fyri natúr horn solo

Jean-Luc DARBELLAY INCIDENT ROOM (1999)for a reciting and singing violinist

Andras OLSEN (f. 1978) EINA NÝGGJA FERÐ (2009)

Alfred SCHWEIZER (f. 1941) 5 MINIATUREN UND REMINISZENZEN (1975) fyri blásarakvintett

Jürg WYTTENBACH (f. 1935) TROIS CHANSONS VIOLÉES (1973-1981) for a singing violinist

Hans Eugen FRISCHKNECHT (f. 1939) FANSOL SI (2003) fyri horn solo

Kristian BLAK (f. 1947) LE VENT DU NORD (2009)

Max E. KELLER (f. 1947) IL FILO (2009) fyri violin og horn

Hsueh-Yung SHEN (f. 1952 ) SERENADE FOR A NEW DAWN (2009)

 

Mánadagur 29. juni  LISTASKÁLIN  KL 20.00

 

Aldubáran

Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Klett (klarinett), Henrik Skotte-Larsen (obo), Christina

Andersen (fagott), Páll Sólstein (horn), Andras Olsen (trombon), Johan Hentze (trompet), Ólavur

Olsen (trompet), Jóhannes Andreasen (klaver), Thomas Gooseman (klaver), Jón Festirstein (violin), Kirsten Riis-Jensen (violin), Angelika Nielsen (bratsj), Tóri Restorff (cello)

 

Tróndur BOGASON (f. 1976) LAIKA (2007) fyri tveir pianistar - eitt klaver

Tróndur BOGASON GLUE fyri 2 klarinettar, 2 violinar, cello

Tróndur BOGASON MUSIC FOR THE GALLOWS fyri 4 tin whistles

Tróndur BOGASON ALIENS (2007) fyri trombon og klaver

Tróndur BOGASON BABEL (2008) fyri slagverk

Tróndur BOGASON ASONATA (2008) fyri strúkikvartett

 

Øll skráin er her

 

Aldubáran á konsertferð til Sveits

Júst heimkomin úr Íslandi, har ið Aldubáran var við til at framføra operuna Í Óðamansgarði í Tjóðleikihúsi Íslands, fór bólkurin aftur av landinum. Hesaferð gekk leiðin til Sveits, har ið tvær konsertir vóru

Tónleikurin, ið varð framførdur, var fyri tað mesta føroyskur. Tó hevði Aldubáran, júst til hetta høvið, fingið amerikanska tónaskaldið Hsueh-Shen Yung at skriva verk.

Nýggjur føroyskur tónleikur eftir Kristian Blak og Andras Olsen varð eisini framførdur.

Sunleif Rasmussen hevði umskrivað verk, ið Suðurjyllands Symfoniorkestur framførdi fyrst á árinum.  Eisini Tróndur Bogason var umboðaður á ferðini.


Skrá:

Sunleif Rasmussen (1961)     Fanfare Lontana (2009) frumframførsla

Kristian Blak (1947)              Le Vent du Nord (2009) frumframførsla

Andras Olsen (1978)             Eina nýggja ferð – A new Travel (2009) frumframførsla

Tróndur Bogason (1976)        Aliens (2007) for Posaune, Klavier and back stage Ensemble

Hsueh-Yung Shen (1952)       Serenade for a new Dawn (2008) frumframførsla

Aldubáran:Andrea Heindriksdóttir, floytu - Anna E. Klett, klarinett - Christina Andersen, fagott -Malin Klingborg, obo -  Páll Sólstein, horn - Andras Olsen, trombon - Ólavur Olsen og Johan Hentze, trompetir - Jóhannes Andreasen, klaver - Bernharður Wilkinson stjórnar.

Bernharður Wilkinson, Hsueh-Yung Shen og Aldubáran venja á Kongaligu Operuni í Keypmannahavn

Konsertir:

  • 4. juni 2009  Heater am Gleis, Untere Vogelsangstr. 3, 8401 Winterthur
  • 5. juni 2009  Französische Kirche, Le Cap, Predigergasse 1-3, Bern

 

 

Í Óðamansgarði á pall í Íslandi

Aldubáran var, sum vera mann,  við í framførslu í Íslandi av operuni Í Óðamansgarði, ið føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen skrivaði til 10 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum.

Verkið varð framført í samstarvi við Tjóðpall Føroya og Íslendska Tjóðleikhúsið. Báðar framførslurnar vóru partur av Listarhátíð Íslands, ið mann metast at vera stórsta listatiltak íslendinga.

Framførslurnar vóru hesar:

  • Friggjadagin 22. mai  2009  kl. 20.00
  • Leygardagin  23. mai  2009  kl. 20.00

Tónleikarar: Sámal Petersen, Jón Festirstein, violin - Angelika Nielsen, bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello - Agnar Lamhauge, kontrabass - Andrea Heindriksdóttir, floytu, Ármann Helgason, klarinett, Eyðdis Franzdóttir, obo - Christina Andersen, fagott - Stefàn Jón Bernharðsson, horn - Johan Hentze, trompet - Andras Olsen, trombon - Jóhannes Andreasen, ljómborð - Ólavur Jakobsen, gittar - Mathias Seibæk, slagverk. Dirigentur: Bernharður Wilkinson

Manningin:

Ensemble Aldubáran, Bernharður Wilkinson, dirigentur

Tónaskald: Sunleif Rasmussen - Libretto: Dánial Hoydal - Leikstjóri:  Ria Tórgarð - Koreograf: Lára Stefánsdóttir -

Sopran: Þóra Einarsdóttir

Tenor:  Eyjólfur Eyjólfsson

Bass: Bjarni Thor Kristinsson

Sjónleikarar: Gunnvá Zachariasen and Hans Tórgarð

 

Listahátið Íslands   - les meira

Tjodleikhús Íslands  -  les meira

Várkonsert 2009 í Listaskálanum

 

Afturvendandi Várkonsertin hjá Aldubáruni, var leygardagin 14. mars.

 

Hesuferð var manningin ein strúkikvartett.

 

 

Tónleikarar:

 

Sámal Petersen,1. violin - Jón Festirstein,  2. violin - Angelika Nielsen,bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello

 

Tey framførdu strúkikvartettir eftir Kára Bæk (frumframførsla), Atla Petersen (2008) og Kristian Blak (2008).

 

Eisini vóru solostykki eftir Kristian Blak og duo eftir Kára Bæk á skránni.

 

Jólakonsert í Hoyvíkar kirkju

Leygardagin 20. desember 2008 var áhugaverd jólakonsert í Hoyvíkar kirkju. Tarira og Aldubáran framførdu eina fjølbroytta og forkunnuga skrá, samansett av klassiskum gullklumpum og nýkompositiónum. 



Lagt varð fyri við vakra Ave Verum Corpus hjá Mozart, ið eisini var heitið á konsertini. Endað varð við In dulci jubilo hjá Dietrich Buxtehude. Miðskeiðis í konsertini framførdi Aldubáran eisini nakrar instrumentalsatsir av Johann Sebastian Bach.

Sunleif Rasmussen átti føroysku innsløgini á konsertini. Harumframt verða æviga populeru Thomas Tallis og Johann Sebastian Bach á skránni, eins og eysturríksku nútíðartónaskøldini Anton Heiller og Wolfram Wagner fáa stóra rúmd.

 

 

Aldubáru-tónleikarar:

 

Sámal Petersen, violin  Jákup Lützen, violin  Angelika Nielsen, Bratsj, Tóri Restorff, sello og Jóhannes Andreasen, kembalo

 

Sunleif Rasmussen stjornaði kórinum Tarira.

 

Heystkonsert 2009                    

Heystkonsertin er vorðin fastur táttur í virksemi bólksins. Konsertin verður hildin í samband við, at Heystframsýningin hjá Yrkislistarfólkunum letur upp.

Johan Hentze fer í samband við setanina av Framsýningini, at framføra styttri tónleikaverk.

  • Leygardagin 27. september: Heystframsýningin á Rundingi í Tórshavn 
  • Leygardagin 27. september: Konsert í Leikalund í Klaksvík 
  • Sunnudagin 28. september:  Konsert í Norðurlandahúsinum 

Á Rundingi er stóri grøni bygningurin á Tórshavnar Skipasmiðju. Konsertin varð, í samráð við fyrireikararnar av framsýningini,  flutt til Norðurlandahúsið.

Í ár var tað Aldubáru Málmblásara Trio, ið framførdi á Heystkonsertini. Á konsertunum framførdi Aldubáru  eitt sindur lættari tónleik, so sum Georg Gershwin og nakrar føroyskar sangir. M.a. útsetinger av løgum hjá Waagstein.



Sum vant, vóru frumframførslur á skránni. M.a. verk eftir Páll Sólstein.

Tónleikarar:

Johan Hentze, trompet - Páll Sólstein, horn - Andras Olsen, trombon
 

Verk eftir m.a. Páll Sólstein, Jógvan Waagstein, Atla K. Petersen og N.V. Bentzon.

 

Tróndur í Gøtu heiðraður

Aldubáran luttók í framførslu av verki hjá bretanum Gavin Bryars. Solistar vóru Eivør Pállsdóttir og Rúni Brattaberg. Kórið Eystanljóð luttók eisini.

  

 

 

Eivør Pállsdóttir, Gavin Bryars og Rúni Brattaberg

Tónleikarar:

Emily Fowler og Jón Festirstein  violin - Mette Thykier og Magda Stevenson, bratsj - Katarina Bundgaard og Andreas Restorff, sello - Thomas Holmsgaard, kontrabass - Andrea Heindriksdóttir, flota - Anna E. Klett, klarinet - Christina Andersen, fagott -  Páll Sólstein, horn - Ólavur Olsen, trompet - Andras Olsen og Dávur Juul Magnussen, trombon - Ólavur Jakobsen, gittar - Jóhannes Andreasen, klaver - Mathias Seibæk, slagverk

  • Leygardagin 12. juli  2008          Í Gøtu kirkju

                      Les meira um tiltakið                             Les um Gavin Bryars

Summartónar 2008

Konsertirnar hjá Aldubáruni á Summartónum 2008 vóru hesar:

  • Hóskvøldið 3. juli               Norðurlandahúsið
  • Fríggjakvøldið 4. juli         Christians kirkjan í Klaksvík 
  • Leygarkvøldið 5. juli          Gjáargarður við Gjógv
  • Sunnudagin  6. juli             Listasavnið á Sandi
  • Mánakvøldið  7. juli            Kirkjan á Húsum

Frumframførd vórðu verk eftir suður afrikonsku tónaskøldini Cameron Harris, Fiona Tozer og L.T. Prince. Føroysk verk eftir Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Kári Bæk og Ólavur Larsen vóru á skránni, umframt  tónleik eftir Gyorgi Ligeti og Enrique Crespo.

Tónleikarar:

Sámal Petersen og Emily Fowler, violin - Magda Stevenson, viola - Katarina Bundgaard, sello - Thomas Holmsgaard, kontrabass - Andrea Heindriksdóttir, floytu - Anna E. Klett, klarinet - Christina Andersen, fagott - Henrik Skotte-Larsen, obo - Páll Sólstein, horn - Johan Hentze, trompet - Andras Olsen og Dávur Juul Magnussen, trombon - Ólavur Jakobsen, gittar - Jóhannes Andreasen, klaver

        Fullfíggjað skrá    

    

Hátíðarhald í Norðurlandahúsinum

9. mai 2008 var stórt hátíðarhald. Norðurlandahúsið hevði 25-ára føðingardag og Aldubáran luttók í framførslu av verki hjá Kára Bæk. Talan var um kantatuna "Jørð" við teksti eftir Róa Paturssyni, ið varð frumframførd. Hetta verkið er fyri Sinfoniettu og kór. Kórið Tarira framførdi saman við Aldubáran Sinfonietta. Leiðari var Bernhardur Wilkinson.

Bernhardur Wilkinson

Harafturat framførdi Aldubáran saman við Hanusi G. Johansen. Á skránni hesuferð var lagið Ulvar, við teksti eftir Jakob Sande og Saknur, ið Poul F. Joensen yrkti. Løgini eigur Hanus bæði.

Krinvarpið sendi beinleiðis frá hesi konsert.

9. mai 2008  í Norðurlandahúsinum

          Sí uppslag    

Flaggdagshald í London

Aldubáran luttók á flaggdagshaldinum hjá Føroysku Sendistovuni í London 29. apríl 2008

Shim

Á móttøkuni, helt Landstýrismaðurin í Uttanríkismálum, Høgni Hoydal røðu, og Aldubáran framførdi m.a. útsetingar, ið Páll Sólstein hevði gjørt.

Fyrri partur av tiltakinum var bert fyri innbodnar gestir.

Seinni partur av tiltakinum var fyri almenninginum.

29. apríl kl. 18.00 í The Arts Club nærhendis Green Park í London

Tónleikarar:  Pàll Sólstein, horn - Johan Hentze, trompet - Andras Olsen, trombon

 

Tróndur Bogason debuterar

12. apríl 2008 hevði tónaskaldið Tróndur Bogason debutkonsert í Keypmannahavn. Henda konsertin var endaliga próvtøka hansara sum tónaskald á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum í Keypmannahavn.

Overgaden - Institut for Samtidskunst - Overgaden Neden Vandet 17 - DK-1414 København K
  Tróndur Bogason

Tónleikarar:  Violin: Rune Sørensen og Monika Malmquist, Bratsj: Magda Stevenson, Sello: Bastian Schneider, Slagverk: Matias Seibæk og Andres Ramos, Klarinett: Anna Klett og Maria Garmark, Klaver: Jóhannes Andreasen og Thomas Gooseman, Trombon: Andras Olsen, Tin Whistle: Andras Olsen, Páll Sólstein, Matias Seibæk og Andres Ramos                

Sí skrá                                  Les meira um Tróndur Bogason

Skúlakonsertir kring landið

Í strembanini at koma í hvønn krók við góðum tónleiki og tónleikarum, framførdu limir í Aldubáruni 12 skúlakonsertir í februar. Ferðast varð víða um landið.

Framførd varð m.a. "Søgan um fagottina, ið fekk ilt í búkin", ið er tónaverk fyri ljóðføri og frásøgumann. Harafturat vóru onnur forvitnislig verk á skránni, umframt vanligir sangir, ið børnini kendu og sungu við til.

Tónleikarar:  Páll Sólstein, Henrik Skotte Larsen, Christina Andersen, Anna E. Klett og Andrea Heindriksdóttir. Frásøgumaður: Andras Olsen

 myndir

Várkonsert 2008

Árliga várkonsertin hjá Aldubáruni var í ár í Múllers Pakkhúsi. Aftur í ár vóru nýggj føroysk verk frumframførd.

 

À skránni: frumframførslur eftir Atla Petersen, Andras Olsen, Ólavur Larsen og Páll Sólstein. Harafturat var verk eftir Kristian Blak á skránni.

Tónleikarar:  Páll Sólstein, horn - Henrik Skotte Larsen, obo - Christina Andersen, fagott - Anna E. Klett, klarinett  og Andrea Heindriksdóttir.

     

     

     

    Mikudagin 20. februar 2008 í Múllers Pakkhúsi

     

     

    Aldubáran á konsertferð í Eysturríki.

     

    Aldubáran og Felagið Føroysk Tónaskøld fekk úr Eysturríki áheitan um samstarv frá tónaskaldafelagnum OEKB og frá tónlistaráhugafelagnum INOEK.

     

    Avtalan bar í sær, at Aldubáran saman við nøkrum eysturríkskum tónleikarum, framførdi nógvan nýskrivaðan eysturríkskan tónleik á Summartónum í 2007. Í oktober 2007 fóru nakrir limir úr Aldubáruni á konsertferð til Eysturríkis.

     

    Talan var um fýra konsertir, og tær vórða á hesum støðum:

     

    5. oktober:   Schoenberg-Zentrum (Wien)   kl. 19.30   skrá

    sum partur av  "Internationalen Schönberg-Kongresses"

     

    7. oktober:   Haus der Komponisten (Wien)   kl. 11.00   skrá

     

    8. oktober:   Universität für Musik und darstellende Kunst (Wien)  

    í Fanny-Hensel-Mendelssohn Salinum.       kl. 15-17   Workshop  -  kl. 18.30 Konsert   skrá

     

    9. oktober:   Stadtsaal (Zwettl)   kl. 19.30   skrá

     

                        

     

     

     

    Tónleikararnir, ið vóru á hesa konsertferð: Ólavur Jakobsen, gittar - Anna Elisabeth Klett, klarinett- Andrea Heindriksdóttir, floyta - Øssur Bæk, violin - Jóhannes Andreasen, klaver

     

    Á konsertunum framførdu tey nýskrivaðan eysturríkskan tónleik, nýggjari føroyskan tónleik og nøkur eldri klassisk verk eftir Beethoven, Lutoslawski og Sor.

    Heystkonsert 2007

    Heystframsýningin hjá listafólkunum var í ár er á trimum støðum; á Rundingi, í Norðurlandahúsinum og í Müllers Pakkúsi.

     

    Aldubáran valdi tí at hava sína árligu heystkonsert í Müllers Pakkhúsi mikukvøldið 26 september

     

    Tey framførdu tónleik, ið er skrivaður eftir 1950.

     

    Fyrr í ár vóru tveir nýggir limir innlimaðir í Aldubáruna. Talan er um okkara ungu og evnaríku trompetleikarar Johan Hentze og Òlavur Olsen.

     

    Stóra áhoyrarafjøldin fekk høvið at hoyra hesar báðar framføra. Afturat sær at framføra eina trompet-trio, høvdu teir fingið Heina Ragnarsson, ið er næmingur hjá Ólavi Olsen.

     

    Johan Hentze framførdi eitt soloverk, og við hesum bjóðaði hann ein bita av tí, ein kann hoyra á hansara solokonsert í november, sum Konsertfelagið skipar fyri.

     

    Fyri fyrstu ferð á Heystkonsertini vóru frumframførslur á skránni. Talan var um eina duo fyri tvær floytir av Sunleif Rasmussen. Andrea Heindriksdóttir og Bernharður Willkinson  framførdu verkið Andalag. Verkið er í eini røð, ið Sunleif er í gongd við at skriva.

    Tað sermerkta við hesum verkinum er, at tónleikarnir skulu standa so fjart frá hvørjum øðrum sum tilber, fyri síðani at nærkast, meðan verkið verður framført.

     

    Eisini frumframførdu Heini Ragnarsson og Ólavur Olsen verkið During Dreams hjá Ólavi Olsen fyri trompet og euphonium.

     

    Sámal Petersen framførdi soloverkið Afturundirgerð eftir Kára Bæk fyri violin.

     

    Heystkonsertin varð hildin á fyrsta sinni í 2005. Konsertin varð sera væl fagnað. Nógv fólk lýddu á bæði fyrsta árið og í fjør.

     

    Aftur hesuferð vóru nógvir áhoyrarar og ikki kann annað sigast, at hugnaligu hølini vóru gagnýtt á besta hátt til høvið.

     

     

    Tónleikarar:  Bernharður Wilkinson, Sámal Petersen, Andrea Heindriksdóttir, Johan Hentze og Ólavur Olsen. Getatónleikarar: Mia Káradóttir og Heini Ragnarsson.

    Mikukvøldið  26. september:    Müllers Pakkhús                              skrá

     

    KODA/Gramex-tiltak

    Konsert í samband við tiltak, ið KODA/Gramex skipaði fyri. Umframt verkstaðir og fyrilestrar var konsert. 

    Aldubáran  framførdi tvey føroysk verk. Kæti fyri floytu og fagott eftir Kára Bæk og Á fríggjaraferð fyri violin og gittara eftir Atla Petersen. Harafturat framførdu tey samn við Hanus G. Johansen.

    Tey vóru eisini boðin at framføra við kenda danska fólkasangaranum Sebastian. Atli Petersen hevði sett út vakra sangin "Sangen om den lille vind" fyri sang, floytu, fagott, violin og gittara. Sebastian valdi at enda konsert sína við hesi framførslu.

    Onnur, ið eisini framførdu:   Benjamin Petersen og United Voices 

    Tónleikarar:   Andrea Heindriksdóttir, floyta - Christina Andersen, fagott - Sàmal Petersen, violin - Ólavur Jakobsen, gittar

    16. august:   Norðurlandahúsið     

     

    Yvirtøkan av Fólkakirkjuni

    Í samband við at Kirkjan varð yvirtikin, var hátíðarhald í Norðurlandahúsinum Ólavssøkudag.

    Umframt almennu handanina, røður og annað, var kórsangur og Kingoframførsla. Eisini  limir úr Aldubáruni  framførdu.

    Á skránni hjá Aldubáruni vóru m.a. útsetingar av føroyskum løgum,  gjørdar júst til høvið.

    Eisini framførdu tey eina útseting fyri floytu og gittara hjá Ólavi Jakobsen av Paraphrasu fyri orgul eftir Jógvan Waagstein. Harafturat var ein samanseting hjá tónaskaldinum Kára Bæk av sálmaløgunum Min Sjæl og Ånd Opmuntre Dig, Harmur og gleði og Harra Guð, títt dýra navn og æra.

    Tónleikarar:   Andrea Heindriksdóttir, floyta - Ólavur Jakobsen, gittar 

    29. juli (Ólavssøkudag):     Norðurlandahúsið   

     

    Nýggir limir 

    Aldubáran veksur alsamt.

    Á árliga aðalfundinum í, varð avgjørt at bjóða tveimum nýggjum tónleikarum uppí bólkin.

    Tveir av okkara bestu trompetleikarum, Ólavur Olsen og Johan Hentze, eru vorðnir fastir limir í Aldubáruni.

                        

                                Ólavur Olsen                                   Johan Hentze

     

    Summartónar 2007

    Aftur í ár, framførdi Aldubáran  á árliga tónleikafagnaðinum Summartónum.

    Talan verður hesuferð um 6 konsertir kring landið.

    25. juni:    Fríðrikskirkjan á Toftum   
    26. juni:    Norðurlandahúsið   
    27. juni:    Listasavn Føroya  
    28. juni:    Norðurlandahúsið  
    29. juni:    Roynhøllin (Hvalba)  
    30. juni:    Gjógv (Gjáargarður) 
     
    Skráin var  blandaður føroyskur og útlendskur tónleikur.
     
    Summartónar og Aldubáran høvdu  vitjan av eysturríkskum tónaskaldum og tónleikarum, og myndaði hetta samarbeiði skránna.
     
     
    Skráin  hjá Aldubáruni á Summartónum 2007
     
     

     

    Konsertir við Hanus og Aldubárani

    Í apríl vóru konsertir í Danmark og í Føroyum. Á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn  leygardagin 14. aprílog í Norðurlandahúsinum   sunnudagin  15. apríl 2007

    Á skránni var m.a. tónleikur av fløguni "frå leddiken", men eisini var okkurt við eftir Poul F. Joensen.

    Tónleikarar:  Andrea Heindriksdóttir, floyta - Annika Jessen, klarinet - Páll Sólstein, horn - Ólavur Olsen, trompet - Andras Olsen, trombon - Angelika Nielsen, violin - Tóri Restorff Jacobsen, sello - Ólavur Jakobsen, gittar - Arnold Ludvig, bass - Stamen Stanchev, klaver

    Les ummæli

     

    Várkonsert 2007

    Sunnudagin 4. mars 2007 kl. 16 var árliga várkonsertin hjá Aldubáruni í Listasavni Føroya.

     

    Til hesa konsertina vóru tað teir tríggir Aldubárulimirnir Páll Sólstein, Jóhannes Andreasen og Sámal Petersen, ið framførdu nýggjan føroyskan og eldri klassiskan tónleik fyri klaver, violin og horn. 

     

    Á skránni hjá teimum var fyrst trioin “Sprongd strongd”, ið Atli K. Petersen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Síðan frumframførdu teir tvey nýskrivað verk. Eitt trísatsað verk við grønlendskum íblástri eftir Kristian Blak og verkið “Vetrarkvøld” eftir Andras Olsen.

     

    Eftir ein steðg framførdu teir ta kendu horntrioina, opus 40, eftir Johannes Brahms.

     

    Sum ungur hevði Brahms av og á spælt horn. Hetta kann væl hava verið orsøkin til at Brahms valdi at skriva eitt verk fyri ta serstøku manningina klaver, violin og horn eftir at móðir hansara var deyð. Verkið er skrivað í 1865, um sama mundið sum Ein deutsches Requiem.

     

    Horntrioin eftir Brahms er tann fyrsta av sínum slag í tónlistarsøguni. Men eftir at ungverska  tónaskaldið Gyorgy Ligeti (1923-2006) skrivaði eina víðagitna horntrio í 1982, hava fleiri nútíðartónaskald skrivað verk fyri hesa manning. Teirra millum sum nevnt Atli K Petersen, Kristian Blak og Andras Olsen.

     

    Felagið Føroysk Tónaskøld og Aldubáran vóru fyriskiparar.

     

     

    Skrá:

    Atli K. Petersen:   Sprongd strongd   Kristian Blak:   Nýtt verk (frumframførsla)

    Andras Olsen:   Vetrarkvøld (frumframførsla)   Johannes Brahms:   Trio, opus 40 (1865)

     

    Nakrar myndir frá konsertini

     

    Søgan um ein soldát

    Í februar 2007 vóru framførslur við hesum leiki, ið er fyri sjónleikara og 8 tónleikarar. Týtt til føroyskt hevði Dánial Hoydal. Hans Tórgarð leikstjórnaði. Annfinnur Heinesen hevði leiklutin sum soldáturin.

    Framførslurslur vóru í Posthúskjallaranum í Havn, skúlanum í Miðvági, Atlantis í Klaksvík, umframt skúlaframførslur kring landið.

    Eisini varð leikurin framførdur 10. mars 2007 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

    Leikurin, ið Aldubáran og Tjóðpallur Føroya samstarvaðust um, varð sera væleydnaður. Skúlaframførslurnar og framførslurnar í Havn, á bygd og í Keypmannahavn, vóru óføra væl vitjaðar.

    Ummælini vóru sera jalig.

    Tónleikarar:  Øssur Bæk, Ditlev Damkjær, Maria Garmark, Christine Andersen, Matias Seibæk, Ólavur Olsen og Andras Olsen.

     

    Um eldri tiltøk,  sí ensku síðuna Schedule

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

      

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    ALDUBÁRAN © 2007