Aldubáran heim eftir væleydnaða konsertferð.
Ferðin
Aldubáran kom sunnudagin heim aftur til Føroyar eftir eina væleydnaða konsertferð í Sveits, har konsertir vóru spældar í Winterthur og Bern. Fari varð úr Føroyum 1 juni til Keypmannahavnar, har vant varð í Nýggju Operuni á Hólminum. Venjingarnar gingu væl og vóru øll tónaskaldini, ið vóru umboðaði á konsertini, við til venjingarnar.

4 juni varð møtt á flogvøllinum í Kastrup kl 07 har túrurin gekk til Zurich. Ì Winterthur, ið liggur umleið 20 km frá Zurich flogvøllinum, skuldi fyrsta konsertin haldast. Konsertin var kl 20.15 og gekk hon avbera væl. Teir áhoyrarar, ið vóru komnir at lurta, dámdu konsertina sera væl og fingu vit nógvar góðar afturmeldingar.

Dagin eftir varð fari til Bern har konsert skuldi verða sama kvøld kl 20. Eftir venjingina seinnapartin, var slappa av í hugnaliga býnum og á hotellinum. Konsertin í Bern varð hildin í Fronsku Kirkjuni, og var konsertin ein partur av einum størri klassiskum tónleikafestivali, sum var í býnum.

Tónleikurin
Tónleikurin, ið varð spældur á konsertini, var allur nýskrivaður og umskrivaður tónleikur. Tónasmiðirnir, ið verk vóru spæld eftir eru; Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Andras Olsen, Kristian Blak og Hseuh Yung-Shen.
Hseuh Yung-Shen er kinesiskt føddur amerikanskur tónasmiðjur. Aldubáran hevur fyrr arbeitt við honum, og hava vit tá havt góðar royndir av tónleiki hansara. Tónleikurin er væl skrivaður og íoyrafallandi. Hann kallaði verkið hjá sær fyri ”serenade for a new dawn” og skuldi tað vera ein lítil tanki til at heimurin vónandi fer at broytast eftir nýggja valið í U.S.A.
Hini verkini vóru øll frá føroyskum tónasmiðjum. Fanfare Lontana eftir Sunleif Rasmussen er ein samankóking av størri verki, sum hann skrivaði til Suðurjyllands Symfoniorkestur síðsta ár. Aliens eftir Trónda Bogason er eisin gjørt í nýggjari útgáva. Verki er upprunaliga fyri trombon, klaver og marimba. Men varð marimba skift út við 5 blásarar. Kristian Blak og Andras Olsen skrivaðu báðir nýggj verk til túrin.
Tònleikarnir á túrinum vóru: Andrea Heindriksdóttir á floytu, Anna Klett á klarinett, Christina Andersen á fagot, Malin Klingborg á obo, Páll sólstein á horn, Johan Hentze og Òlavur Olsen á trompet og Andras Olsen á trombon. Bernharður Wilkinson stjórnaði.
Samstarvið
Ferðin hjá Aldubáruni varð skipað í samstarv við Felagið fyri Føroysk Tónaskald (FFT). Kristian Blak, drívmegin í føroyska tónleikalívinum og FFT, hevur fyri fáum árum síðani fingið samband við ein felagskap, ið kallast ISCM.
ISCM er felagsskapur fyri tónaskaldsfeløg kring um í heiminum, og er teirra høvuðsmál at veksla tónleik landanna millum. Áður hevur tónleikur av føroyskum tónakskaldum verði spældur í londum sum m.a. Hong Kong, Eysturríki og Suðurafrika. Hvørja ferð hava limir úr Aldubáruni verðið við og framført nakað av føroyskum tónleiki. Anna Klett var í Hong Kong í 2007, Ólavur Jakobsen var í Suður Afrika í 2008.
Til teir styttru túrarnar hava fleiri limir verið við, í Eysturríki í 2007 vóru 6 limir og í Sveits í ár vóru 10 limir.
Í Føroyum eisini
Tað verður eisini møguleiki at hoyra tónleikin spældan í Føroyum í summar í samband við árliga festivalin, Summartónar.
28 juni kl 20 í Norðurlandahúsinum, fer Aldubáran at framføra 4 av verkunum í einari felagskonsert við Ensemble Bern Modern.
29 juni kl 20 í Listaskálanum verður Aldubáran við í einari uppseting av debut konsertini hjá Trónda Bogasyni. Konsertin var fyrstu ferð framførd í Keypmannahavn í apríl í 2008. À hesari konsertini verður Aliens m.a. at hoyra.
Túrurin er fíggjaður av: Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum, Tórshavnar Býráð og Atlantic Airways
Andras Olsen




