ALDUBÁRAN  

 

 

 

       FORSÍÐA   ÆVISØGA   TÓNLEIKARAR   ÚTGÁVUR   SKRÁ 

  

 

 

Stuðlar

Virksemið hjá Aldubáruni er í stóran mun ólønt. Hóast talan er um yrkistónleikarar, so er alt fyrireikandi arbeiði í bólkinum ólønt og hava tað verið, og eru enn, limir í bólkinum, ið hava staðið fyri øllum tí, ið skal til fyri at fremja tiltøk.

Um hugt verður eftir føroyska tónleikapallinum kann skjótt staðfestast, at nógv tær flestu tónleikaframførslurnar, sum eru á skránni, verða fyriskipaðar av einstaklingum, av eldsálum, sum, uttan at hugsa um persónligan vinning og status, brúka tíð, orku og til tíðir pening úr egnum lumma, fyri at femja tiltøkini.

 

Tað er nokk fáur, ið situr og lurtar eftir einari konsert, sum gevur sær far um, hvat fyri arbeiði liggur aftanfyri tað, ið viðkomandi sær og hoyrir. Og í flestu førum, eru tað teir útinnandi tónleikararnir á pallinum, sum hava tikið sær av at skipa fyri úr a til z. Hvør konsert, hvørt tiltak og hvør festivalur er eitt prosjekt, har byrjað verður frá null.

 

Aldubáran er sera fegin um játtaðan stuðul til tiltøk og konsertir. Seinastu árini, hevur bólkurin fingið stuðul til sítt virksemi frá fyrst og fremst Tórshavn Kommunu og Mentamálaráðnum.

 

Hesin stuðul verður latin árliga og Aldubáran hevur bundið seg til at framføra føroyskan tónleik og at samstarva við stovnar,  har ið dentur verður lagdur á arbeiðið við børn og ung.

 

Hetta serstakliga við skúlakonsertum, samstarvi við Musikkskúlan og í serstøkum førum, at arbeiða og framføra við framkomnum tónleikanæmingum.

 

Aldubáran samstarvar regluliga við mentanarstovnar.

 

 

 

Høvuðsstuðlar:

 

 

                     

 

 

 

 

Stuðul og samstarv:

Atlantic Airways

Mentanrgrunnur Landsins

Fjølrit

Tjóðpallur Føroya

Konsertfelagið

Tórshavnar Musikkskúli

TUTL

Felagið Føroysk Tónaskøld

 

 

 

Vitja Aldubáruna á MySpace

 

 

 

 

• Stuðulsavtala um operu »

Í samband við framførsluna av fyrstu føroysku operuna "Í Óðamannsgarði" í 2006, varð søgulig stuðulsavtala gjørd við Atlantic Petroleum.

Hetta tryggjaði, at operan varð veruleiki.

Stuðulin varð satt nýbrot innan føroyskt mentanarlív, tí framskygni og nýhugsan hjá vinnulívsfólki,  setti Føroyar á altjóða landskortið við sera góðum ummælum í m.a. The Times.

Les tíðindaskriv frá Atlantic Petroleum

Les meira um operuna

 

 

 

 

 

 

ALDUBÁRAN   Postsmoga 1074   FO-110  Tórshavn   Tlf:  +298 504740