|

Brutalt og dapurt. Eymt og ljóst.
Soleiðis er yvirskriftin, ið setast kann á teir báðar yrkjararnir, føroyska Poul F. Joensen og norska Jakob Sande.
Jakob Sande (1906-1967) var av Vestlandinum. Hann yrkti á nýnorskum, ið er ógvuliga líkt føroyskum. Í innihaldi og stíli, minnir hann ikki sørt um Poul F. Joensen.
Í samband við, at 100 ár eru síðani Sande varð borin í heim, varð í fjør nógv gjørt burturúr í Noregi. Hanus og Aldubáran góvu út fløguna ”frå leddiken” i hesum sambandi.
Fløgan fekk sera góð ummæli í Noregi.
Stóra blaðið á Vestlandinum, Bergens Tidende, gav útgávuni 6 út av 6 stjørnum. Hanus verður í ummælum og í umtalu í Noregi, samanlíknaður við Olle Adolphsson og Alf Hambe, tvey stórmenni innan norðurlendska fólkatónlist.
Eisini fegnast ummælarar um, at yrkingarnar hjá Jakob Sande, endiliga hava fingið tey løgini, ið tær hava uppiborið.
Í Føroyum hevur móttøkan verið sera jalig. Fløgan hevur selt væl og ummælarin á Dimmalætting, Jan Lamhauge, hálovar bæði Hanusi og Aldubáruni.
Tónleikametararnir í seinnarpartssendingini Kvørnini, løgdu seg skerflatir fyri útgávuni.
Nú býðst høvið, at hoyra løgini av fløguni á konsert.
Hanus og Aldubáran hava valt, at seta eina skrá saman við løgum til yrkingar hjá Poul F. og Sande.
Har verður ein blandingur av nýggjum og gomlum, alt lagt tilrættis av limum í Aldubáruni og føroyskum tónaskøldum.
Løgini hjá Hanus hava gjørt Poul F. til alramannaogn her hjá okkum. Men eisini umvent, so er Hanus nærum vorðin lagsmiðurin hjá og fortolkarin av skaldskapinum hjá Hargaskaldinum.
Jakob Sande hevur, eftir norskum metingum, við løgunum hjá Hanusi, fingið rætta tónabúnan.
Leygarkvøldið 14. apríl kl. 20.00 á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn
Sunnukvøldið 15. apríl kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn
Hanus G. Johansen, sangur
Aldubáran: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Anna E. Klett, klarinett, Páll Sólstein, horn, Ólavur Olsen, trompet, Andras Olsen, trombon, Angelika Nielsen, violin, Tóri Restorff Jacobsen, sello, Ólavur Jakobsen, gittar, Arnold Ludvig, bass, Stamen Stanchev, klaver
Vinarliga
ALDUBÁRAN
Vit hava valt at senda kunning um konsertiltøk á henda hátt, tí tórført og kostnaðarmikið er, at koma framat í tíðindameldrinum. Um tygum ikki ynskja at fáa kunning frá okkum framyvir, vinarliga trýst her og send okkum teldupostin. Tygum verða so strikaði av listanum. |